Katrin Petersen, sum hevur verið tíðindaleiðari í Kringvarpinum seinasta árið, er sett sum fyribils stjóri í Kringvarpinum, eftir at Ivan Niclasen var loystur úr starvi týsdagin, skrivar Kringvarpið í morgun.
Katrin Petersen verður fyribils kringvarpsstjóri, til nýggjur stjóri er funnin, og tilgongdin at søkja eftir nýggjum stjóra byrjar beinanvegin.
Tað var týsdag seinnapart, at boðað varð frá, Ivan Niclasen, sum hevði verið stjóri síðan oktober 2018, varð sendur til hús.
Orsøkin var, at hann hevði lovað einum persóni at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald. Grundgevingin var, at tað var fyri trygdina hjá starvsfólkunum.
Tað var Frihedsbrevet, sum avdúkaði hetta í farnu viku.
Dagførd kl. 9.26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald