Seks andstøðuflokkar í suðurkoreanska tjóðartinginum hava í morgun lagt fram uppskot um at reisa ríkisrættarmál móti suðurkoreanska forsetanum, Yoon Suk-yeol.
Uppskotið verður lagt fyri tingið í morgin, og kann koma til atkvøðugreiðslu longu fríggjadagin, varð upplýst á tíðindafundi nakað eftir klokkan hálvgum seks okkara tíð í morgun.
Sambært suðurkoreanskari lóg skal ein meiriluti í tjóðartinginum leggja fram uppskot um ríkisrættarmál, og tað skal samtykkjast av tveimum triðingum av tjóðartinginum. Hareftir fer uppskotið víðari til hægstu dómstólarnar, har í minsta lagi seks dómarar skulu vera samdir um at fara víðari við málinum. Inntil dómur er sagdur í málinum, verður forsetin sendur til hús, skrivar Ritzau.
Orsøkin til, at hetta stigið verður tikið, er, at forsetin í gjár lýsti undantaksstøðu í landinum. Tað eydnaðist tó tjóðartinginum við atkvøðugreiðslu at steðga undantaksstøðuni.
Sambært lógini skal forsetin seta undantaksstøðuna úr gildi alt fyri eitt, um ein meiriluti í tjóðartinginum krevur tað. Men tað gingu nakrar tímar, áðrenn nøkur fráboðan um hetta kom frá forsetanum.
Tað var í sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið, at forsetin lýsti undataksstøðu og legði andstøðuna undir at hava samhuga við Norðurkorea.
Við undantaksstøðuni varð boðað frá, at miðlarnir skuldu undir eftirlit, og at politiskt virksemi varð bannað. Kortini eydnaðist tað 190 av 300 tjóðartingslimum at savnast at atkvøða fyri at steðga undantaksstøðuni.
Uttanfyri tjóðartingið varð boðað frá samanbrestum millum løgreglu og mótmælisfólk, og herfólk trokaðu seg inn í tjóðartingsbygningin. Boðað hevur verið frá, at upp móti 300 vápnað herfólk fóru inn í bygningin.
Skrivstovan hjá suðurkoreanska forsetanum sigur, at undantaksstøðan var "innan lógarinnar karmar", og eisini vísir forsetin aftur, at hann skal hava roynt at forða politikarum í at fáa atgongd til tingið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald