Uttanlands

Norska Stórtingið samtykt at broyta markið fyri fosturtøku

Markið fyri at fáa fosturtøku í Noregi hækkar úr 12 upp í 18 vikur, og hetta er fyrstu ferð síðan 1978, at norska fosturtøkulógin verður broytt

Stórtingið í Oslo (Savnsmynd)

Stórtingið í Oslo (Savnsmynd)

2024-12-04 17:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin samtykti ein meiriluti í norska Stórtinginum at hækka markið fyri fosturtøku úr 12. til 18. viku av viðgongutíðini. 138 atkvøddu fyri og 31 atkvøddu ímóti lógarbroytingini.

Sambært Jan Christian Vestre, ráðharri í heilsu- og umsorganarmálum er talan um eina søguliga lógarbroyting. Hetta er nevniliga fyrstu ferð síðan 1978, at norska fosturtøkulógin verður broytt.

– Vit hava fingið eina nútímans fosturtøkulóg, sum er tillagað tíðini, vit liva í. Fyri nærum 50 árum síðani varð fosturtøkulógin samtykt við einari atkvøðu. Í dag (týsdagin, red.) er tað ein søguligur dagur, har meirilutin var nógv størri.

Umframt at markið hækkar, verður núverandi norska fosturtøkunevndin eisini niðurløgd, og ein nýggj nevnd verður sett, sum skal taka avgerðir í sambandi við fosturtøkur seinni í viðgongutíðini, skrivar Ritzau.

Ein lækni skal standa á odda fyri nevndini, sum skal hava ein meiriluta av kvinnum, og ein av nevndarlimunum skal hava løgfrøðiligar førleikar.

Í mai varð breið politisk semja eisini gjørd um at hækka fosturtøkumarkið í Danmark úr 12. til 18. viku frá 1. juni 2025.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder