2024-12-04 14:52
Boðað verður frá nógvum vindi í kvøld og fram til fyrrapartin í morgin, og í hesum sambandi kemur løgreglan við einari áheitan:
– Orsakað av veðurforsøgnini, ið boðar frá nógvum vindi, heita vit á øll um at rudda leysar lutir rundanum egin hús og annars tryggja ognir eftir besta førimuni.
– Sambært forsøgnini verður serliga ringt millum kl. 0300 í nátt og kl. 1100 í morgin fyrrapart, sigur løgreglan í dagføring á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald