Marita Sumberg og Hans Jákup Kallsberg halda fram sum ávikavist borgarstjóri og varaborgarstjóri á Viðareiði.
Tað boðar Viðareiðis kommuna frá, nú nývalda bygdaráðið hevur skipað seg.
Á kommunuvalinum 12. november vórðu tvær atkvøður millum sitandi borgarstjóran og varabrogarstjóran. Hans Jákup Kallsberg gjørdist toppskorari við 46 atkvøðum, meðan Marita Sumberg fekk 44.
Hini trý, sum vórðu vald inn í bygdaráðið, Benjamin M. Absalonsen, Tórhallur Staksá, og Kári Viderø Olsen fingu ávikavist 37, 27, og 23 atkvøður.
Bygdaráðið hevur skipað seg soleiðis:
Borgarstjóri: Marita Sumberg
Varaborgarstjóri: Hans Jákup Kallsberg
Havnanevnd: Tórhallur Staksá og Hans Jakup Kallsberg
- varaumboð: Kári V. Olsen og Benjamin M. Absalonsen
Skúlastýrið - umboð fyri kommununa: Marita Sumberg og Kári V. Olsen
- varaumboð Tórhallur Staksá og Benjamin M. Absalonsen
Trivnaðarnevnd: Benjamin M. Absalonsen og Tórhallur Staksá
Umboðsráðslimur fyri SEV: Benjamin M.Absalonsen
- varaumboð Kári V. Olsen
Umboðráðslimur fyri IRF: Kári V. Olsen
- Varaumboð: Tórhallur Staksá
Tekniska nevnd: Hans Jákup Kallsberg og Kári V. Olsen
Skattakærunevndin: Hans Jákup Kallsberg
Umboð í kommunufelagnum: Marita Sumberg
Umboð fyri NBH: Marita Sumberg
- varaumboð: Hans Jákup Kallsberg
Garð -hegn og vatnsýnisnevnd: Benjamin M. Absalonsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald