Countryfestivalurin í Sørvági boðar í dag, at Nathan Carter, sum hugtók fjøldina við eini frálíkari konsert í summar, verður aftur at hoyra í 2025-útgávuni av festivalinum.
- So góð var konsertin hjá Nathan Carter, at vit máttu fáa hann á pall aftur, eftir óvanliga nógvum áheitanum frá tykkum, skrivar festivalurin á Facebookvanganum í dag.
- Kom við til forkunnuga konsertina við Nathan Carter og bólki á stóra palli á Country Festivalinum 2025, og fá gleðina av at uppliva hendan frálíka undirhaldaran og hansara framúr góða orkestur
- Við siðbundnum írskum fólkaløgum, kryddað við góðum country tónum, framføra teir á ein serligan írska hátt við harmoniku, fiól, saksofon og floytu, umframt gittara, bassi og trummum.
Les umrøðu av konsertini í summar her: Nathan Carter hevði áhoyrarnar í sínum valdi
Countryfestivalurin í Sørvági verður í døgunum 12. til 14. juni 2025
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald