Tjóðpallurin fegnast um rós og góðorð, ið spennandi verkætlanin, “Sonurin”, eftir Jon Fosse hevur fingið. Eisini um, at Jon Fosse sjálvur skýrdi føroysku pallsetingina av leikinum, sum ta bestu, hann hevur sæð.
Av somu orsøk hevur Jon Fosse mælt landsmonnum sínum til, at fáa føroyska leikin til Noregs við leikinum. Í løtuni er ávíst samskifti í gongd millum Tjóðpallin og fyriskipararnar av altjóða Fosse-festivalinum, ið verður hildin í Oslo á hvørjum ári. Næsti liður í hesum ætlanum er, at fyriskipararnir av festivalinum síggja føroysku útgávuna “Soninum”.
Tey, sum enn ikki hava sæð leikin hava møguleikin hesa vikuna afturat. Seinastu sýningarnar verða fríggjakvøldið kl. 19.30 og leygarkvøldið og sunnukvøldið kl. 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald