- Yvirskipað gongur tað eftir ætlað. Onkrar seinkingar hava verið, men vit vænta at heinta tað inn í 2025.
Tað sigur Jan Petersen við Portalin. Hann er stjóri í Christian í Grótinum, sum er íleggjari og setur 50 milliónir krónur av partapeningi í felagið.
Samlaði byggikostnaðurin er mettur til umleið kr 150 milliónir krónur, og tað verður eftir ætlan Gist&Vist, sum skal reka hotellið í Klaksvík.
Í løtuni er nógv gongd á byggiarbeiðnum. Gistingarhúsið í Klaksvík hevur ikki endaliga fingið navn, men srbeiðsheitið fyri verkætlanina er BISK hotel.
Tað ber ikki til at siga endaliga, men eftir ætlan verður gistingarhúsið liðugt í desember 2025 - um eitt ár. Og tikið verður móti gestum stutt eftir tað.
- Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri Føroyar og eru Norðoyggjar væl vitjaðar við nógvum góðum og spennandi tilboðum til tey vitjandi. Miðbýurin í Klaksvík hevur ment seg nógv seinnu árini og nú er eitt nýtt og stórt mentanarhús latið upp. Sum ein natúrligur liður í hesi gongd metir íleggjarin, at løtan er tann rætta at byggja eitt gott hotel í Klaksvík at tæna teimum vitjandi í norðari parti av Føroyum, stendur á biskhotel.fo.
Tað eru Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum hava teknað hotellið. Tað verður staðsett beint norðanfyri Biskupstorg út móti Vágni - við góðum útsýni í allar ættir.
Hotellið verður eitt fýra-stjørna hotell, sum hevur 83 kømir, trý fundarhøli og eitt veitsluhøli til 300 fólk. Umframt hetta verður ein matstova og ein kafe/barr.
Sí nakrar myndir av byggingini, sum Jens Kr. Vang hevur tikið, niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald