Donald Trump, sum aftur tekur við sum amerikanskur forseti 20. januar, ætlar sær at royna at avtaka summartíðina í USA.
Tað skrivar hann á sín egna sosiala miðil, Truth Social.
– Republikanski flokkurin fer at gera sítt besta fyri at avtaka summartíð, sum ein lítil, men sterkur veljaraskari roynir at halda fast í. Summartíð er ólagalig og sera kostnaðarmikil fyri okkara tjóð, skrivar hann.
Skipanin, har klokkan varð flutt ein tíma fram í summarhálvuni varð sett í gildi í stórum parti av USA í 1960unum. Hetta varð gjørt m.a. fyri at tryggja meira ljós um kvøldarnar og harvið spara streym.
Summartíð hevur elvt til kjak í USA seinastu árini. Í 2022 samtykti ein meiriluti í Senatinum eitt lógaruppskot, sum hevði sett í gildi summartíð alt árið í USA. Lógaruppskotið varð tó ikki samtykt í Umboðsmannatinginum, og tí kom hetta ongantíð í gildi, skrivar Ritzau.
Eisini í Evropa, m.a. í Føroyum, hevur verið kjak um summartíð. Í Føroyum hava vit skift yvir til summartíð síðan 1980.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald