Fyrrverandi brasilski verjumálaráðharrin, Walter Braga Netto varð í gjár handtikin í sambandi við eitt mál, har fyrrverandi brasilski forsetin, Jair Bolsonaro er skuldsettur fyri kvettroynd.
Fleiri fyrrverandi ráðharrar eru eisini undir illgruna sambært brasilsku løgregluni.
Tað var í januar 2023, dagar eftir at mótstøðumaðurin hjá Bolsonaro á forsetavalinum í 2022, Luiz Inácio Lula da Silva varð tikin í eið sum nýggjur forseti, at viðhaldsfólk hjá Bolsonaro lupu á tjóðartingið og hægstarættin í landinum.
Tað er hetta, sum løgreglan kannar sum eina møguliga kvettroynd.
Skuldsetingarnar hjá løgregluni byggja m.a. á ein fund, sum Bolsonaro hevði í desember 2022 við leiðarar úr herinum. Her legði hann fram ítøkiligar ætlanir um eitt stjórnarkvett og bað um teirra stuðul, skrivar Ritzau.
Løgreglan heldur eisini, at Bolsonaro visti um ítøkiligar ætlanir um at beina fyri Luiz Inácio Lula da Silva, og at Walter Braga Netto eisini hevur spælt ein stóran leiklut í kvettroyndini. Fyrrverandi verjumálaráðharrin hevur tó víst hesum aftur.
Sum fyrrverandi verjumálaráðharri verður Walter Braga Netto koyrdur í varðhald hjá herinum í Rio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald