Uttanlands

Zelenskyj: Nógv norðurkoreansk herfólk í Kursk

Russar eru byrjaðir at brúka norðurkoreansk herfólk í teirra álopum, og ábendingar eu um, at norðurkoreanarar eisini verða fluttir til onnur øki, sigur ukrainski forsetin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2024-12-15 14:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland er í stóran mun byrjað at brúka norðurkoreansk herfólk í bardøgum móti ukrainum, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

– Vit hava fyribils upplýsingar um, at Russar eru byrjaðir at brúka norðurkoreansk herfólk í teirra álopum - eitt munandi tal sigur hann.

Sambært Zelenskyj stríðast norðurkoreanarar í russiska landslutinum Kursk.

Tað var í summar, at ukrainskar herdeildir fóru inn í Russland, m.a. Kursk, og síðan hevur Russland sent nógv fólk til økið. Sambært upplysingum úr USA eru 10.000 norðurkoreansk herfólk komin til Kursk, har teir hava fingið venjing.

Ukrainski forsetin sigur, sambært Ritzau, at ábendingar eru um, at norðurkoreansk herfólk eisini verða sett inn aðrastaðni.

Zelenskyj leggur samstundis russiska forsetan, Vladimir Putin undir at arbeiða fyri at leingja kríggið við at "hála ein annan statt inn í kríggið".

– Tað er Putin, sum arbeiðir fyri at leingja kríggið. Tað er hann, sum skúgvar til viks einhvønn møguleika fyri friði.

Russland sigur hinvegin, at tað eru ukrainar, sum hava hert kríggið við at brúka langtberandi rakettir móti málum í Russlandi. Fyrstu ferð ukrainar brúktu langberandi vápn móti russum var í november, eftir at USA hevði givið Ukraina loyvi at brúka langtberandi vápn. Talan var um amerikanskar rakettir.

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump hevur funnist at núverandi forsetanum, Joe Biden fyri at taka hesa avgerðina, sum sambært honum er við til at herða kríggið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder