Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur heitt á stjórn sína um at seta á stovn veitingareindir, sum í samstarvi við altjóða felagsskapum skulu veita mat til Sýria, nú stjórnin hjá Bashar al-Assad er fallin.
– Vit eru til reiðar at hjálpa Sýria við at forða fyri einari matvørukreppu, sigur Zelenskyj sambært Ritzau.
Ukraina hevur verið millum heimsins størstu veitarar av korni, og hevur landið m.a. flutt hveiti og mais til lond í Miðeystri - men ikki til Sýria.
Undir Assad innflutti Sýria matvørur úr Russlandi, men veitingarnar av hveiti úr Russlandi eru steðgaðar upp orsakað av óvissu og seinkaðum gjaldingum, upplýsa keldur úr Russlandi og Sýria sambært Reuters.
Assad og russiski forsetin, Vladimir Putin, hava verið sameindir í fleiri ár, og Assad og familja hansara hava fingið friðskjól í Russlandi. Hvussu sambandið verður millum Russland og nýggju stjórnina í Sýria, er ógreitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald