Innanlands

Sølutorg og atløgubrúgv Inni á Fjørð

Bygdaráðið í Vestmanna hevur samtykt eina umraðfesting á 250.000 krónur til sølutorg

Ein innilokaður skúrur verður stoyptur afturat grøna skúrinum, og verður tað SP/F Jóni Durhuus sum kemur at gera stoypiarbeiðið (Mynd: vestmanna.fo)

Ein innilokaður skúrur verður stoyptur afturat grøna skúrinum, og verður tað SP/F Jóni Durhuus sum kemur at gera stoypiarbeiðið (Mynd: vestmanna.fo)

2024-12-16 09:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arbeiði er nú og skal framhaldandi gerast Inni á Fjørð í Vestmanna. Arbeitt verður við sølutorg og atløgubrúgv

- Ein innilokaður skúrur verður stoyptur afturat grøna skúrinum, og verður tað SP/F Jóni Durhuus sum kemur at gera stoypiarbeiðið.

Bygdaráðið í Vestmanna hevur samtykt eina umraðfesting á 250.000 krónur til sølutorg.

Eisini er peningur settur av á fíggjarætlanini fyri 2025 til umvæling av gomlu betongbrúgvunum, sum skulu leggjast framvið skúrunum, har bátaeigarar framyvir fáa møguleika at bunkra.

- Í løtuni verður bíðað eftir nýggjum oljutanga, sum Effo hevur bílagt, og verður arbeiðið sett í verk, so skjótt sum gamli oljutangin kann takast burtur. Nærri kunning um nýtslu av sølutorginum kemur tá verkætlanin er liðug, skrivar vestmanna.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder