Innanlands

Tveir bilførarar koyrdu ov skjótt í Søldarfirði

Hetta í bygdum øki og kostar tað klipp og bót. Løgreglan sigur annars, at hóast nógv fólk í býnum hevur talan verið um eitt friðarligt vikuskifti

2024-12-16 07:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, sunnudagin, vórðu ferðslukanningar gjørdar í Eysturoynni.

Millum annað var patrulja í Søldarfirði, beint við har tað "brádliga" verður bygd øki. Her koyra bilar ofta ov skjótt, ta hámarksferðin verður 50 km/t.

Soleiðis var eisini í gjár. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í høvuðsstaðnum fortelur í morgun, at ein bilur varð tikin fyri at koyra 76 km/t og ein annar 75 km/t. Hetta kostar klipp og bót.

Annars greiðir vaktleiðarin frá, at hóast nógv fólk hevur verið í býnum um vikuskifti - millum annað í sambandi við jólafrokostir - hevur talan verið um eitt friðarligt vikuskifti hjá løgregluni.

Tað hevur í stóran mun verið talan um ferðslumál hjá løgregluni: Eins og í Søldarfirði, at fólk hava koyrt ov skjótt.

Sí eisini: Fleiri fingu klipp í gjár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder