Innanlands

Biskupur við nýggjari bók

"Sig tað við einum orði" er eitt savn við 101 stuttlestrum

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

2024-12-16 13:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sig tað við einum orði er eitt savn við 101 stuttlestrum. Lestrarnir eru lættir at lesa og hava sum aðalmál at gagna kristnu trúnni og trúarlívi hins einstaka. 

Lestrarnir eru klassiskir so at skilja, at teir taka útgangsstøði úr Bíbliuni. Guðs orð er Guðs orð, og tilfarið verður handfarið við spekt og sóma, sum tað eftir høvundans tykki sømir seg.

Lestrarnir eru einfaldir og seta ikki krøv til djypri hugsan enn hana, at trúarlívið endurspeglast í teimum smáu løtunum gerandis og heilagt. At trúgvin á Guð í himlinum sæst aftur á jørðini í lívinum, í tíðini og á staðnum. At tað andaliga verður hold og blóð, so jørðin og tilveran verður tikin í álvara í løtum, tímum og vikum.

Bókin er 246 síður. Tað er Kirkjugrunnurin, ið gevur bókina út.

Fólkakirkjan

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder