Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen fyri eidi.fo
Hesa ársins tíð myrknar tað uttanfyri. Hitin lækkar, blómur og bløð eru deyð, og fólk flest hava bestan hug at halda seg innandura. Tað er tó júst í vetrarhálvuni, at lív av sonnum kemur í ein aldargamlan føroyskan sið. Ein siður, sum kom til Føroya tíðliga í miðøld. Talan er um føroyska dansin og kvæðini. Føroyar liggja fyri seg sjálvar í Norðuratlantshavinum, og hetta hevði við sær, at kvæðini og dansurin gjørdist serføroyskur, og í dag eru dansurin og kvæðini ein av grundarsteinunum í føroysku mentanini.
Við hesum í huga gongur leiðin í Látralonina, har dansifelagið á Eiði heldur til. Tað er týskvøld, sum er dansikvøld. Limir felagsins trína innum gátt í gomlu, hugnaligu hølunum. Tey heilsast og fara at práta sínámillum. Eftir eina løtu við hesum prátinum er tað sum, at huglagið brádliga broytist. Tvey teirra trína fram á gólv og hetta tykist sum greið boð til hinar limirnar. Nú skulu vit uppá gólv. Hesin aldargamli siðurin vaknar nú við søgum og søgnum úr miðøld.
Tá tú trínur inní ringin er tað sum at koma í ein annan heim. Tað vera søgur sagdar um Gorm gamla, Holgar danska og kongar úr Bøhmen. Søgurnar hoyra allar miðøldini til, men tær vera hildnar á lívið enn í dag. Søgur um orrustu, hetjur, prinsar, kongar og prinsessur. Helst høvdu hesi fólk verið heit um hjarta, høvdu tey vita, at kvøði verður um tey í hesum lítla oyggjabólki.
Eftir ein tíma við kvøðing verður mett, at nú er tíðin komin til ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið. Í práti við limirnar gerst tað greitt, at tað sosiala hevur avbera nógv at siga fyri tey. Sagt verður, at til tíðir sita tey longri og práta afturvið einum kaffimunni, enn tey dansa. Tað er júst í steðginum, at eg sessist at práta við ein av liminum, um felagið og føroyskan dans sum heild.
Tað verður lagt nógv fyri at hugna um.
– Tað sum skal halda dansinum á lívi eru tey smáu feløgini. Tey hava ótrúliga stóran týdning fyri føroyska dansin, tí tað er í teimum, at dansurin er livandi. Orðini eigur Rasmus A. Joensen, fyrrverandi formaður felagsins. Tað er eingin loyna, at miðalaldurin av limum í dansifeløgum kring landið er høgur. Tí heldur Rasmus Joensen, at tað hevði verið gott við einum millumliði millum tey eldru og tey yngru.
– Tey ungu himprast við at møta einsamøll. Komu tey fleiri saman, so høvdu tey følt seg betri. Men eitt er vist: øll eru hjartaliga vælkomin!
Tí hevði tað verið gott um fleiri yngri tóku við og kundu verið millumlið, tí at vit eru ov gomul til at røkka teimum ungu.
Tað er greitt, at føroyski dansurin hevur nógv at siga fyri Rasmus og hini í felagnum. Spurdur um vandan fyri, at dansurin og kvæðini doyggja burtur í einki, sæst á Rasmussi, at honum dámar einki hendan spurning.
– Hetta er veruleikin vit eru í, men eg tori ikki at hugsa tankan. Vit royna sum fragast at fáa yngri fólk við. Ja, vit skríggja eftir at fáa fleiri limir.
Tað er ein dapur tanki at hugsa, at hesin grundarsteinurin undir mentan okkara stendur og ridlar. Tó er ljós fyri framman, tí áhugi er altíð millum yngra ættarliðið, og dansifelagið á Látrinum hevur fingið eitt spildurnýtt kvæði at venja. Talan er um eitt kvæði, ið er skrivað av Hans Jákup Kollslíð, við støði í Grettis Søgu. Søgan um Grettir Ásmundsson varð fest á blað í 13. og 14. øld, meðan hendingarnar í søguni fóru fram nakrar øldir frammanundan.
Vit kunnu gleðast um, at enn í dag vera nýggj kvæði yrkt. Hetta er ein liður í, at halda hendan aldargamla sið livandi ímillum okkum øll. Við hesum er vitjanin á Látrinum komin at enda.
Dansifelagið á Látrinum dansa hvørt týskvøld klokkan 20.
Eiðis kommuna/Martin Kristoffur Kristiansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald