Tað hevur ikki havt eins stóra ávirkan, sum metingarnar hjá nógvum altjóða serfrøðingum vóru, at seta revsiátøk í verk móti Russlandi.
ES roynir seg nú fyri 15. ferð síðani russisku innrásina í Ukraina, at seta ein revsipakka í verk.
Í almennu frágreiðingini í dag kann millum annað lesast, at tað skal ganga útyvir ávís fólk og herdeildir, sum áhaldandi hótta frælsi hjá ukrainum og Ukraina, skip "skuggaflota", og altjóða handil og samstarv hjá Russlandi.
Millum annað skulu ávís skip als ikki sleppa framat í ES-havnum, og so nógv skal gerast sum gjørligt fyri at avmarka hjálpian Russlandi frá ymsastaðni. Hetta kann vera frá Kina og Iran.
Sambært Evropasamveldinum skulu evropeiskar fyritøkur eisini verjast frá russiksari ávirkan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald