Innanlands

Granskari á Setrinum mælir til veiðibann fyri havhest, ritu og kjógva

Annars er vandi fyri, at hesi trý fuglasløgini doyggja út í Føroyum, sigur Sjúrður Hammer. Ávaringin kemur eftir kanningar í Skúgvoy saman við royndum fuglafrøðingunum úr Danmark

Havhestur er vælumtóktur fulgur at veiða og eta í Føroyum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Havhestur er vælumtóktur fulgur at veiða og eta í Føroyum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-12-16 17:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Fyrisitingin av okkara sjófugli hevur verið vanlukkulig, og tað er mín hugsan, at veiðibann í stundini eigur at setast fyri havhest, ritu og kjógva. Stovnarnir eru minkaðir við ávikavist 89, 87 og 84 prosentum seinastu 20 árini, so við hesi ferðini er stórur vandi fyri, at hesi trý fuglasløgini doyggja út í Føroyum næstu 20 árini, sigur hann.   

Soleiðis setur Sjúrður Hammer tað upp í grein á setur.fo. Hann er adjungeraður granskari á Setrinum, og er Sjúrður sera stúrin um støðuna hjá sjófulgasløgum.

Hetta er eftir at Sjúrður Hammer hann saman við royndu fuglafrøðingunum Ivani Olsen, Jesper Sonne og Lars Dinesen hevur gjørt og útgivið nýggja kanning av sjó- og heimafuglastovnunum í Skúgvoy.

Teisti verður ikki veiddur, og tað sæst aftur í tølunum, vísir Sjúrður Hammer á.

- Hóast vit siga í niðurstøðuni, at afturgongdin í sjófuglastovnunum í høvuðsheitum stendst av føðslutroti, so er eitt stórt "men". Tí tað er merkisvert, at tann einasti sjófuglurin, sum ikki gongur ógvusliga aftur, er teistin, sum samstundis er tann einasti sjófuglurin, ið ikki er loyvt av veiða, sigur granskarin við heimasíðuna hjá Fróðskaparsetrinum.

Fuglateljingar hava verið gjørdar umleið 20. hvørt ár í Skúgvoy eftir føstum leisti. Tær byggja á teljing, sum Anders Holm Joensen gjørdi í 1961, á landsteljingina í 1981, sum Dorete Bloch samskipaði, og eisini á sjófuglateljingina, sum Jan Dyck og Hans Meltofte løgdu fyri við í 1972.   

Greinin um nýggju kanningina endar við at leggja dent á týdningin av støðugt at hava slíkar teljingar, tí tað forðar fyri, at vit ikki varnast broytingar, sum henda so líðandi yvir longri tíðarskeið.

Til ber at lesa alla greinina her.

-----------------------------------------

Granskararnir hava eisini gjørt eitt ískoyti til greinina við eyka tilfari, sum teir hava fingið til vega við at spyrja skúvoyingar og staðkend um, hvat tey halda um fuglalívið, og hvussu tað er broytt.

Ískoytistilfari kann lesast undir greinini her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder