Innanlands

Framløga av ársfrágreiðing og kjak um karmar fyri gransking, menning og nýskapan

Millum annað verður mælt til, at løgtingið økir stuðulin til gransking munandi og ásetir karmar fyri hægri almennum stuðli

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-12-16 12:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Granskingarráðið: Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan fer at leggja fram ársfrágreiðing sína fyri 2023 í Smæruni í Havn í dag, mánadagin 16. desember, klokkan 14.00-16.00.

Ársfrágreiðingin er fyrsta frágreiðing hjá Ráðnum, sum byggir á nýggj hagtøl fyri gransking, menning og nýskapan.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur fimm tilmælir um, hvussu gransking, menning og nýskapan kann mennast. Millum annað verður mælt til, at løgtingið økir stuðulin til gransking munandi og ásetir karmar fyri hægri almennum stuðli. Eisini mælir Ráðið til, at landsstýrið mennir eina heildarstrategi fyri nýskapan og setir í verk átøk, ið kunnu stimbra nýskapan, herundir skattafyrimunir til nýskapandi fyritøkur.

Framløgutiltakið er alment.
Skrá
14.00 Vælkomin – Granskingarráðið
Framløga av frágreiðing – Tórheðin J. Jensen, formaður

14.30 Sofaprát um nýskapan
Ben Arabo, stjóri í Framtaki
Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni

15.00 Kaffisteðgur

15.15 Pallborðsfundur um karmar fyri gransking, menning og nýskapan
Poul Geert Hansen, aðalstjóri fyri granskingarmálum
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum
Árni Skaale, fyrrv. landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Erhard Joensen, formaður í Vinnunevndini
Orðstýrari: Dagmar Joensen-Næs

15.50 Samanumtøka

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder