Ein størri bjarging er sett í gongd í landnyðringspartinum av Italia fyri at bjarga einum holugranskara, ið er vangaður í eini holi eftir at vera dottin fimm metrar niður.
Óhappið hendi leygarkvøldið, tá 32 ára gamla Ottavia Piana, kannaði holuna saman við átta øðrum persónum, skrivar DR frá The Guardian.
Bjargingarfólk komu sunnukvøldið fram til hana 585 metrar niðri í holuni. Trupulleikin er, at ein 100 metra langur tunnil er ov smalur til at fáa eina børu niður til kvinnuna, so nú arbeiða bjargingarfólkini við at víðka holuna, men tað er trupult arbeiði.
Við til søguna hoyrir, at sama kvinna eisini datt oman í somu holu í fjør og breyt beinið. Tá tók tað 48 tímar at fáa hana upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald