Uttanlands

Misálit á samveldiskanslaran - val útskrivað

394 atkvøddu fyri og 207 ímóti uppskotinum um misálit seinnapartin. Tjóðartingsval verður í Týsklandi 23. februar

Samveldiskanslarin hugsunarsamur áðrenn atkvøðugreiðsluna í dag (Mynd: EPA)

Samveldiskanslarin hugsunarsamur áðrenn atkvøðugreiðsluna í dag (Mynd: EPA)

2024-12-16 16:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað hevur verið væntað síðan Olaf Scholz, samveldiskanslari, koyrdi fíggjarmálaráðharran úr embætinum í november, men nú er tað greitt, at týskarar skulu á tjóðartingsval 23. februar

Samveldiskanslarin tapti seinnapartin eina misálitatkvøðugreiðslu við 394 atkvøðum í móti sær, meðan 207 atkvøddu fyri at hann heldur fram, skrivar DR.

Tað hevur leingið verið samstarvstrupulleikar í stjórnarsamstarvinum millum libera FDP-flokkin, grøna flokkin og sosialdemokratarnar, SPD, við Scholz á odda. Trupulleikarnir gjørdust veruligir, tá Scholz tók avgerð um at senda fíggjarmálaráðharran, Christian Lindner, úr liberala FDP-flokkinum heim.

Eftir ætlan skuldi valið til týska samveldistingið vera í september – nú verður tað í februar í staðin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder