Innanlands

Trygdar- og verjumál eru sett ovast á skránna

Í hesum øðrum parti um verjuna í Føroyum, verður tosað við Høgna Hoydal, sum eisini umsitur trygdar- og verjumál. Kunnu vit sum føroyingar kenna okkum tryggar nú kríggj er í Evropa

Høgni Hoydal (Savnsmynd)

Høgni Hoydal (Savnsmynd)

2024-12-16 21:15 Author image
Redaktiónin
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vit hava verið áskoðarar til alt tað, sum hevur við verju- og trygdarmál  í Føroyum og faktiskt í øllum heiminum, at gera men vilja nú verða ein sjálvsøðug rødd, har vit taka egna ábyrgd í trygdar- og verjumálum sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum.

Í hesum øðrum parti av 12 um verjuna í Føroyum, verður tosað við Høgna Hoydal, sum eisini umsitur trygdar- og verjumál. Spurningar, sum Høgni fekk at svara í hesum poddinum vóru millum annað: Kunnu vit sum føroyingar, kenna okkum tryggar nú kríggj er í Evropa? Hvar liggur radaramálið júst nú og hvussu langt eru vit komin við hesum? Ávirkar ófriðurin í Evropa Føroyar og føroyingin? Um tað komu fimm flogfør, sum ætlaðu at gera innrás í Føroyum; hvussu skjótt kundu vit steðga hesum?

Hoyr samrøðuna, sum Petur Zachariassen gjørdi við Høgna Hoydal omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder