Tveir persónar doyðu í eini spreinging í russiska høvuðsstaðnum, Moskva, í morgun. Russiska kanningarnevndin váttar, sambært tíðindastovunum Reuters og Tass, at russiski generalurin, Igor Kirillov, var annar av teimum, sum doyðu.
Kirillov var leiðari í tí partinum av russisku verkuni, sum tekur sær av geislavirknari, evnafrøðiligari og lívfrøðiligari krígsførslu, skrivar Reuters. Bilførarin hjá Kirillov var hin, sum doyði.
Spreingingin hendi um seks tíðina, lokala tíð, í Rjazanskij-prospektinum, tá ein el-skutari sprongdist. Helst er ein bumba av onkrum slag løgd í skutaran.
Tað upplýsir talskvinnan í kanningarnevndini, Svetlana Petrenko, sambært DR.
- Spreingingin hendi við inngongdina til ein íbúðarbygning, vísa okkara kanningar, og har varð generalurin dripin, sigur hon við Tass tíðindastovuna.
Serfrøðingar eru komnir á staðið fyri at kanna umstøðurnar kring spreingingina nærri.
Sambært ukrainsku fregnartænastuna, var Igor Kirillov undir illgruna fyri at vera maðurin, sum hevur ábyrgdina fyri evnafrøðiligu krígsførsluni í Ukraina.
Trygdartænastan sigur seg hava prógv fyri, at hann í umleið 4.800 førum hevur góðkent, at evnafrøðilig vápn verða brúkt á vígvøllinum í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald