Uttanlands

al-Assad ætlaði sær ikki at rýma

Frákoyrdi sýriski forsetin sigur, at tað var Russland, sum skundaði undir flýggjanina undanfarna sunnudag

Vladimir Putin, forseti (t.h.), hevur persónliga tikið avgerð um at veita Bashir al-Assad og familju hansara friðskjól í Russlandi (Savnsmynd: EPA)

Vladimir Putin, forseti (t.h.), hevur persónliga tikið avgerð um at veita Bashir al-Assad og familju hansara friðskjól í Russlandi (Savnsmynd: EPA)

2024-12-17 08:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frákoyrdi sýriski forsetin, Bashar al-Assad, hevur fyri fyrstu ferð latið hoyrt frá sær síðan hann flýggjaði til Russlands. Hann greiðir frá, at hann hevði ætlanir um at halda fram við stríðnum móti uppreistrarfólkunum, men at tað var Russland, ið kravdi av honum, at hann flýggjaði.

Tað skrivar hann á boðtænastuni Telegram og sosiala miðkinum Facebook.

Tað var sunnudagin 8. desember, at forsetin flýddi úr heimlandi sínum, sum hann hevur stýrt við harðari hond seinastu 24 árini.

al-Assad sigur, at hann rýmdi úr Damaskus um morgunin, og fór síðan av landinum við flogfari um kvøldið frá russisku flogstøðini í Hmeimim við Miðjarðarhavsstrondina.

Fleiri keldur hava fyrr eisini sagt frá, at flýggjanin hendi umvegis russisku flogstøðina í Sýria.

Reuters tíðindastovan skrivaði í farnu viku, at al-Assad lumpaði bæði sínar medarbeiðarar, hernaðarleiðsluna og enntá familjulimir tá hann flýddi.

Fyrrverandi forsetin sigur nú, at flýggjanin als ikki var tilrættaløgd, sum tað ljóðaði tá. Sambært honum var tað Russland, sum skundaði undir flýggjanina.

Frákoyrdi einaræðisharrin og familja hansara hava fingið friðskjól í Russlandi, ein avgerð, ið er tikin av Vladimir Putin persónliga, sigur ein talsmaður hjá russiska forsetanum, skrivar finska kringvarpið, Yle við AFP, Reuters, AP og Tass sum keldum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder