Siðvanda jólakonsertin, har Gøtu kirkju Ungdómskór syngur jólini inn, verður komandi sunnukvøld, 22.desember kl. 19. Hetta er samstundis einasta jólakonsertin í ár, har kórið syngur alla sína jólaskrá, sum er bæði fjølbroytt og áhugaverd. Til konsertina sleppa vit eisini at hoyra Gøtu Kirkju Barnakór syngja nakrar sangir, og eisini saman við ungdómskórinum.
At syngja jólini inn saman við Gøtu kirkju ungdómskórið, plagar at vera eitt serliga gott upplivilsi.
Temað í ár er "Jólanátt". Av skránni verður alt frá siðbundnum jólaløgum í eldri og nýggjari formi, til Pentatonix og víðari til samiskan jólajoik framførd.
Áhoyrararnir fáa eisini høvi til at luttaka aktivt gjøgnum felagssang, og eftir konsertina eru øll boðin til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.
Kórið verður stjórnað av Símun Hammer, organisti í Gøtu kirkju. Umframt at framføra a capella, hevur kórið eisini ljóðføri, klaver og orgul, við til fleiri av sangunum/verkunum.
Konsertin er ókeypis, men høvið verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum.
Hálvan tíma áðrenn konsertin byrjar fer Símun Hammer at leiða áhoyrarnar inn í jólahugnan við at spæla eyðkend jólaverk á urgu.
(tekstur rættaður: tað er sunnukvøldið, at konsertin verður)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald