Í næstum fer arbeiði við at útbyggja ítróttahøllina á Eiði í gongd, soleiðis at søguríka Eiðis Bóltfelag fær nýggj og tíðarhóskandi høli til alsamt vaksandi virksemið hjá felagnum.
Í hølunum vera venjingarhøli, felagshøli, og køkur, umframt fundar- og skrivstovuhøli. Harumframt ger kommunan eitt goymsluhøli til virksemið í høllini. Umstøður vera eisini at gera eini høli til virksemi hjá feløgum og áhugabólkum at nýta, skrivar Eiðis kommuna.
Inngongd verður vestan fyri høllina við parkeringsøkið og úr EB-húsinum inn í høllina. Hugsað verður samstundis um umstøðurnar hjá rørslutarnaðum við lyft og rampum, so øll kunnu fáa gleði av nýggju umstøðunum.
Tað er lokala fyritøkan, Spf. Hammer Smíð, sum hevur vunnið útboðið at standa fyri arbeiðinum, ið væntandi verður liðugt um eitt ár.
- Tað hevur stóran týdning, at frítíðarvirksemi í kommununi hevur so góðar umstøður sum tilber. Gamla EB-húsið – fyrr rópt dansistovan – hevur tænt felagnum væl, men nú er tíðin komin til eina dagføring, soleiðis at framgongdin og menningin av felagnum, sum hevur kvinnulið í bestu deildini í hondbólti, og mannslið í 1. deild, umframt sterk og góð lið í øllum ungdómsdeildum, heldur fram.
Gamla EB-húsið verður latið kommununi, og afturfyri gera partarnir ein brúkssáttmála um nýggju hølini, skrivar Eiðis kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald