Uttanlands

Paul Watson verður nú leyslatin

Danska løgmálaráðið hevur tikið avgerð um, at hann ikki verður útflýggjaður til Japans

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-12-17 10:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kanadiski umhvørvisstríðsmaðurin, Paul Watson, verður ikki útflýggjaður til Japan.

Tað upplýsti verjuadvokaturin hjá Watson, Julie Stage, í dag, sambært Ritzau.

Sambært advokatinum hevur Watson fingið loyvi til at fara ótarnaður til Fraklands, sigur Julie Stage.

Paul Watson hevur sitið varðhaldsfongslaður í Nuuk síðani hann varð handtikin í summar.

Ein annar av verjuadvokatum hansara, Jonas Christoffersen, sigur soleiðis við DR í dag:

- Eg havi alla tíðina verið av teirri meining, at hetta var eitt lítið mál, sum ikki kundi elva til eina útflýgging. Tað, sum iðrar meg mest er, at hetta skuldi kosta honum fimm mánaðir av hansara lívi, sigur Jonas Christoffersen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder