Innanlands

Skulu velja nevndir í Sørvági

Hetta verður á fundi í morgin. Tað er longu greitt, at Eyð Ellingsgaard heldur fram sum borgarstjóri, og at Jón Joensen verður varaborgarstjóri

Sitandi brogarstjórin Eyð Ellingsgaard varð suverenur toppskjútti á valinum 12. november (Mynd: jn.fo)

Sitandi brogarstjórin Eyð Ellingsgaard varð suverenur toppskjútti á valinum 12. november (Mynd: jn.fo)

2024-12-17 12:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir valúrslitið í Sørvági 12. november stóð nærum púra greitt, at Eyð Ellingsgard fór at halda fram sum borgarstjóri. Hon fekk sanna álitsváttan: 164 atkvøður. Hetta eru 38 atkvøður fleiri, enn Eyð fekk í 2020.

Fyrstvaldi bygdaráðslimurin varðveitir eisini sæti. Nývalda kommunustýrið í Sørvági samtykti á fundi eina viku seinni, 19. november, at skipa seg við Eyð Ellingsgaard sum borgarstjóra og Jón Joensen sum varaborgarstjóra. Jón var næstvaldur.

[object Object] Limirnir í bygdaráðnum sum tekur við 1. januar (Skíggjamynd: KVF)

Nevndir vóru tó ikki skipaðar tá. Tað verða tær í morgin, mikudagin 18. desember klokkan 17. 

Tá er lýst til fund til framhaldandi skipan av bygdaráðum – val av nevndum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder