Innanlands

Karin Jacobsen 50 ára starvsdag í Tórshavnar kommuna

Karin hevur arbeitt í bókhaldinum, verið skrivari og seinastu tíggju árini tikið sær av lønarumsitingini og Vaktplan-skipanini. Í gjár fekk hon handað gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs

Í sambandi við 40-ára starvsdagin í 2014 fekk Karin Jacobsen Dronningens Fortjenstemedalje. Fyrsti starvsdagur hjá kvinnuni, sum er ættað av Skála, í landsins størstu kommunu var 15. desember 1974 (Mynd: torshavn.fo)

Í sambandi við 40-ára starvsdagin í 2014 fekk Karin Jacobsen Dronningens Fortjenstemedalje. Fyrsti starvsdagur hjá kvinnuni, sum er ættað av Skála, í landsins størstu kommunu var 15. desember 1974 (Mynd: torshavn.fo)

2024-12-17 14:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin sunnudagin var hátíðarhald í umstingini hjá Tórshavnar kommunu.  Tað er ikki oftari enn so, at til ber at savnast til 50-ára starvsdag hjá einum starvsfólki, men soleiðis var sunnudagin 15. desember.

Karin Jacobsen, ið er ættað av Skála, flutti í 1974 til Havnar saman við manninum Osvaldi. Fyrsti arbeiðsdagur hjá Tórsvhanar kommunu var 15. desember 1974, tá ið hon byrjaði at arbeiða í bókhaldinum.

Eftir mong ár har gjørdist Karin skrivari í byggi- og býarskipanardeildini, og seinni skrivari hjá fíggjarnevndini og miðfyrisitingarstjóranum.

Fyri tíggju árum síðani, tá eldraøkið varð flutt út til kommunurnar, flutti Karin Jacobsenúr Ráðhúsinum og yvir á gamla Meiaríið, har starvsfólkadeildin helt til. Hon hevur síðani tikið sær av lønarumsitingini og Vaktplan-skipanini.

[object Object]
Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevði røðu fyri Karini og nevndi ymsikar uppgávur og eginleikar hjá henni (Mynd: torshavn.fo)

Í røðuni nevndi borgarstjórin Heðin Mortensen eisini hjálpsemi og arbeiðssemi hjá trúgva arbeiðsfólkinum, sum hevur sæð nógvar broytingar sína tíð í kommununi.

- Tá kommunuvalið var fyri herfyri, vart tú ein av teimum, ið dagin eftir sótu til tað seinasta og fingu fínteljingina frá hondini, so alt kundi stemma uppá punkt og prikkar.

- Tú hevur eisini verið álitið, tá ið grindabýti hevur verið á skránni, og tá er ikki minsta rokið, kann eg heilsa og siga.

Til ber at lesa alt her

Í sambandi við 40-ára starvsdagin í 2014 fekk Karin Jacobsen Dronningens Fortjenstemedalje

Fyri drúgva tænastu - 50 ára starvsdag í Tórshavnar kommunu - fekk Karin Jacobsen sunnudagin handað gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs.

[object Object][object Object]
Myndir frá hátíðarhaldinum sunnudagin (Myndir: torshavn.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder