Skúlablaðið:
Um ikki so langa tíð fáa lærarar, sum undirvísa í heilsukunning og seksualupplýsing, fyri fyrstu ferð námsætlan í hesum kravda undirvísingarevninum. Nám, sum arbeiðir við at dagføra námsætlanirnar í skúlaverkinum, sendi nevniliga fyrst í farnu viku námsætlanina út til hoyringar; somuleiðis er námsætlanin í heimstaðarlæru í grunddeildini send til hoyringar.
- Eg haldi, at tað hevur stóran týdning at fáa seksualundirvísing í námsætlanina. Nýtt og gott tilfar er eisini givið út. Tilfarið er tøkt á netinum, men tað kann skrivast út, sigur Joan Hovgaard, lærari í Sørvágs skúla.
Nýggju námsætlanirnar koma í gildi frá komandi skúlaári. Í námsætlanini fyri heilsukunning og seksualupplýsing stendur útgreinað, hvat ymsu árgangirnir skulu ígjøgnum, tá ið talan er um kravda undirvísingarevnið. Har stendur eitt nú, at á 1.-3. floksstigi skulu næmingarnir fáa ítøkiligan kunnleika um og læra at seta orð á, hvat fremur teirra heilsu og trivnað.
Á 4.-6. floksstigi verður arbeitt meira yvirskipað við normum, hugsjónum og rættindum, sum hava ávirkan á heilsu og trivnað. Á 7.-9. floksstigi verður hildið fram við yvirskipaðu tilgongdini, og arbeitt verður m.a. við heilsupolitikki og ójavna í samfelagsligum høpi.
Í grein 8 í fólkaskúlalógini stendur, at heilsukunnleiki og seksualupplýsing er kravt undirvísingarevni í fólkaskúlanum. Undirvísast eigur at verða í hesum evninum í hóskandi lærugrein og aldri hjá næmingi. Tó er ikki upplýst, hvat hóskandi lærugrein ella aldur á næmingi er; heldur ikki verður upplýst, hvørjum evnum fólkaskúlin eigur at undirvísa í innan heilsukunnleika og seksualupplýsing.
Námsætlanirnar eru knýttar at støðisnámsætlanini, sum kom í gildi 1. august 2023.
Tey, sum vilja gera viðmerkingar til námsætlanirnar, skulu hava gjørt tað í seinasta lagi 21. januar 2025.
Til ber at kunna seg nærri við námsætlanirnar HER
Meira um seksualundirvísing í fólkaskúlanum:
https://www.skulabladid.fo/næmingarnir-eru-forvitnir-og-vilja-vita-alt
https://www.skulabladid.fo/hvussu-er-seksualundirvísingin-í-fólkaskúlanum
Sum heild eru ymisku námsætlanirnar væl áleiðis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald