Til morgunmat í morgun, 17. desember 2024, varð høvið nýtt, at heiðra fimm starvsfólkum fyri trúgva tænastu.
Soleiðis skrivar Fuglafjarðar kommuna á heimasíðu sínari í dag.
Talan er um fimm starvsfólk hjá kommununi, sum øll hava rundan starvsdag:
Steen á Horni hevur starvast hjá kommununi í heili 40 ár, Gudny Jacobsen í tjúgu ár, og Fannhard Midjord, Kristina Gry Berg og Ingi Hansen øll í 10 ár.
Út yvir tey á myndini fær Brynhild Næs Petersen blómutyssi og heiðursgávu fyri 10 ára tænastu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald