Umhvørisaktivisturin Paul Watson varð í dag leyslatin frá anstalten í Nuuk, har hann síðan 21. juli hevur sitið í varðhaldi.
Har hevur hann bíðað eftir einari avgerð frá danska løgmálaráðnum, um hann skuldi útflýggjast til Japans. Og nú er avgerð altso tikin um, at hann ikki skal útflýggjast, men sleppur heim aftur til Fraklands, har hann býr saman við fanilju sínari.
Paul Watson er amerikansk-kanadiskur statsborgari, og varð handtikin í Nuuk tá hann við skipinum John Paul de Joria var á veg til Japan at stríðast móti hvaladrápi.
Lagt varð at í grønlendska høvuðsstaðnum fyri at bunkra til longu ferðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald