Uttanlands

Fleiri hundrað norðurkoreansk herfólk deyð í Kursk

Tað sigur embætisfólk hjá amerikanska herinum

Norðurkoreanska flaggið veittrar á sendistovu í Moskva í sambandi við vitjan hjá norðurkoreanska uttanríkismálaráðharranum, Choe Son Hu í oktober (Mynd. EPA)

Norðurkoreanska flaggið veittrar á sendistovu í Moskva í sambandi við vitjan hjá norðurkoreanska uttanríkismálaráðharranum, Choe Son Hu í oktober (Mynd. EPA)

2024-12-18 15:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri hundrað norðurkoreansk herfólk hava latið lív í bardøgum í russiska Kursk-landslutinum, sigur dulnevnt embætisfólk hjá amerikanska herinum.

Sambært upplýsingum hjá USA eru í minsta lagi 10.000 norðurkoreansk herfólk komin til Russlands seinastu tíðina.

Um vikuskiftið segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj eisini, at Russland er byrjað at brúka norðurkoreansk herfólk í Kursk, og at talan er um eitt munandi tal.

Zelenskyj segði eisini, at ábendingar eru um, at norðurkoreansk herfólk verða sett inn aðrastaðni enn í Kursk.

Les eisini: Zelenskyj: Nógv norðurkoreansk herfólk í Kursk

Tað var í august, at ukrainskar herdeildir fóru inn í Kursk, sum liggur á markinum til Ukraina.

Í november segði ein kelda úr ukrainska herinum, at Ukrainar høvdu tikið ræði á 800 ferkilometrum av landi í Kursk-landslutinum. Áður hevði Ukraina havt 1400 ferkilometrar. Kursk-landsluturin er nærum 30.000 ferkilometrar til støddar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder