Mentan

Almennir pengar floyma inn í Miðlahúsið

Miðlahúsið fær knappar tvær milliónir í miðlastuðli. Sosialurin og Dimmalætting hava fingið játtan til flestar miðlaverkætlanir

Sosialurin og Dimmalætting halda til í Miðlahúsinum í Vágsbotni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sosialurin og Dimmalætting halda til í Miðlahúsinum í Vágsbotni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-12-18 14:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Almennar krónur floyma inn í Miðlahúsið, sum í ár hevur fingið knappar tvær milliónir í miðlastuðli.

Herfyri var miðlastuðul latin 25 verkætlanum hjá fimm miðlum. Tríggir milliónir eru settar av til miðlastuðul á fíggjarlógini, og 70 prosent av játtanini verður latin til verkætlanir og 30 prosent til lønarstuðul.

Miðlastuðulsnevndin hevur gjørt frágreiðing fyri 2024 og har er greitt, at eitt miðlasamtak fer avstað við meginpartinum.

80 umsóknir vórðu latnar inn, men Sosialurin og Dimmalætting hava sambært miðlastuðulsnevndini havt so mikið góðar umsóknir, at teir miðlarnir, sum halda til í Miðlahúsinum í Vágsbotni, fingu játtað ávikavist góða millión krónur og 400.000 krónur.

Sosialurin fekk játtan til tíggju verkætlanir og Dimmalætting fekk sjey verkætlanir játtaðar.

Harumframt fekk Sosialurin 348.000 krónur í lønarstuðli, sum verður latin eftir skjalprógvaðum lønarútreiðslum.

Hendan stuðulin fekk Dimmalætting tó ikki. Dimmalætting var mett at hava slíkt tilknýti til Sosialin, at miðlarnir ikki kundu metast sum verandi sínámillum sjálvstøðugir, sum er ein treyt fyri at fáa játtað miðlastuðul.

Men tilsamans fekk Miðlahúsið næstan 1,9 millión krónur í miðlastuðli fyri 2024.

Pláss hevur eisini verið fyri øðrum miðlum.

FM1 fekk játtan til fimm verkætlanir afturat lønarstuðlinum, og fekk tilsamans góðar 400.000 krónur í miðlastuðli.

Knassar sum rekur Portalin hevur fingið játtan til tvær verkætlanir umframt lønarstuðul. Tilsamans fær Portalurin 374.869,72 krónur í miðlastuðli fyri 2024.

Broyting næsta ár

Í frágreiðingini frá miðlastuðulsnevndini verður komið inn á, at ætlanin er at broyta stuðulin næsta ár. Semja er millum umboðini fyri samgonguflokkarnar í miðlamálum um at 30 prosent av játtanini frameftir fer til rakstur og 70 prosent av játtanini fer til íverksetan. At seta á stovn nýggjar miðlar.

Hesar verkætlanir fingu stuðul í 2024

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Hesir miðlar fingu lønarstøðul í 2024

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder