Uttanlands

Loyvdi minst 50 monnum at neyðtaka konu sína

Fransmaðurin Dominique Pelicot var í dag dømdur sekur í at skipa fyri hópvaldstøku av komu síni Gisèle

Gisèle Pelicot, her saman við sakførara sínum, á veg til rættarfund í suðurfranska býnum Avignon (Mynd: EPA)

Gisèle Pelicot, her saman við sakførara sínum, á veg til rættarfund í suðurfranska býnum Avignon (Mynd: EPA)

2024-12-19 09:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

72 ára gamli franskamaðurin, Dominique Pelicot, varð í dag dømdur sekur í einum rættarmálið í býnum Avignon, sum verður skýrt ógvusligasta kynsliga brotsverkið í franskari søgu.

Fimmti aðrir menn eru ákærdir í málinum, sum snýr seg um hópvaldstøku av konu Dominique Pelicot, Gisèle Pelicot. Enn er sjálvur dómurin ikki kunngjørdur.

Dominique Pelicot tók valdstøkurnar upp á film, og deildi filmsbrotini á internetinum. Hann hevði eitt savn við 20.000 myndum og filmsbrotum av kynsligu brotsverkunum liggjandi á diskum, geymum og telefonum, skrivar finska kringvarpið Yle.

Við hjálp av hesum kundi franska løgreglan finna fram til teir menninir, ið vóru við til at neyðtaka konu hansara. Enn manglar at eyðmerkja 20 mans.

Undir rættarmálinum hava fleiri av ákærdu monnunum sagt, at teir ikki ímyndaðu sær, at Dominique Pelicot doyvdi konu sína. Teir fingu at vita, at konan var við upp á at royna hetta, og at hon bara lat sum um hon svav.

Konan Gisèle Pelicot ynskti sjálv, at rættarmálið varð hildið alment, fyri at “skommin skuldi skifta síðu” frá offrinum til valdstøkumannin.

Rættarmálið hevur fingið nógva umrøðu í Fraklandi og øðrum londum. Gisèle verður nú fagnað sum ein hetja, tí hon vildi standa fram og opið greiða frá, hvat hon hevur verið útsett fyri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder