Tað er stórur dagur fyri mong, nú nýggju tunlarnir Norður um Fjall lata upp fyri almennari ferðslu.
Hetta verður sambært Landsverki stutt eftir klokkan 14:
- Umleið klokkan 14.10 verður latið upp fyri almennari ferðslu frá tunnilsmunnanum Hvannasundsmegin. Umleið klokkan 14.20 verður latið upp fyri almennari ferðslu frá tunnilsmunnunum í Árnafirði og í Ánunum.
Sí eisini: Tunlarnir norður um Fjall góðkendir til almenna ferðslu
Tað er tó møguleiki fyri at fara gjøgnum tunnilin áðrenn hetta. Nú klokkan 12 fara fólka at renna/ganga ella súkkla gjøgnum
- Áðrenn hátíðarhaldið verður í samstarvi við Treysti (felag fyri frælsan ítrótt í Norðoyggjum) og súkklufelagið Norðstrok høvi at renna/ganga og súkkla ígjøgnum nýggju tunlarnar. Renningin og súkklingin byrjar klokkan 12 við tunnilsmunnan í Ánunum, skrivar Landsverk.
Sambært Landsverki skulu gomlu tunlarnir framyvir bert nýtast, um so at einhvør neyðstøða er, ella um nýggju tunlarnir brádliga ikki kunnu nýtast.
Annars er seinasta umfar/seinasti møguleiki fyri at koyra suður gjøgnum gomlu tunlarnar frá Hvannasundi og Árnafirði klokkan 12.15.
Klokkan 13.15 er seinasta umfar/ seinasti møguleiki fyri ferðslu norðureftir gjøgnum gomlu tunlarnar frá Ánunum og Árnafirði. Hareftir verða tunlarnir stongdir.
Les eisini: Landsverk kunnar um ferðsluna norður um Fjall
Tað er eisini klokkan 13.15 at Kringvarpið byrjar at vísa frá hátíðarhaldinum, sum byrjar klokkan 13:30 við tunnilsmunnan "Hvannasundsmegin".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald