Innanlands

88-ára gamli Sigfríður Joensen tann fyrsti at koyra gjøgnum tunlarnar

Elsti maðurin sum koyrir bil í Hvannasundi førdi Tórð Mikkelsen og kameraliðið hjá Kringvarpinum suðureftir frá økinum við Toftá - nú eru nýggju tunlarnar norður um Fjall latnir upp fyri almennari ferðslu

Eftir røðurnar hjá umboðum fyri Landsverk, landinum, Articon og Hvannasundskommunu fór fyrsti bilurin yvirum mótvegis Klaksvík (Skíggjamynd: KVF)

Eftir røðurnar hjá umboðum fyri Landsverk, landinum, Articon og Hvannasundskommunu fór fyrsti bilurin yvirum mótvegis Klaksvík (Skíggjamynd: KVF)

2024-12-19 14:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Háríðarløta hevur fyri løtu síðani verið við Toftá - beint við nýggja tunnilsmunnan "Hvannasundsmegin".

Eftir røðurnar hjá umboðum fyri Landsverk, landinum, Articon og Hvannasundskommunu fór fyrsti bilurin yvirum mótvegis fyrst Árnafjørði og síðani Klaksvík.

Tað var 88-ára gamli Sigfríður Joensen, sum førdi bilin. Har vóru Tórður Mikkelsen og kamerafólk hjá Kringvarpinum við.

Sagt varð at Sigfríður er elsti maður í Hvannasundi, sum enn koyrir bil. Hann fekk í dag stóran heiðurin at koyra "nýggja teinin".

Við rapportaran hjá KVF segði Sigfríður Joensen, at hann helst ikki fer at nýta tunnilin so nógv. Tó stórfegnast søguligi bilførarin um frambrotið, sum nýggju tunlarnir eru.

Teinurin, ið koyrdur varð, eru samanlagt líka yvir fýra kilometrar. Talan er um ein nýggjan Árnafjarðartunnil á 1965 metrar og ein nýggjan Hvannasundstunnil á 2246 metrar, upplýsir Landsverk.

Nú eru hesir nýggju tunlarnir alment latnir upp fyri almennari ferðslu. 

[object Object]
Munandi breiðari og við betri ljósi enn teir gomlu (Skíggjamynd: KVF)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder