Innanlands

Tórshavnar kommuna: Vaskaríið og Boðalon á Boðanesheiminum Ársins átak 2024

Talan er um átak, sum ger mun fyri ein ella fleiri brúkarar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni. Búfólk hjálpa til og fáa eina kenslu av at hoyra til og vera partur av einum gerandisdegi

- Royndirnar higartil hava verið góðar. Eitt starvsfólk av vaskarínum kemur á deildina eftir búfólkinum og saman fara tey til arbeiðis. Búfólkini kenna seg sum part av einum felagsskapi og práta hvør við annan um tað, sum er farið fram á degnum og fegnast um at brúk er fyri teimum (Mynd: torshavn.fo)

- Royndirnar higartil hava verið góðar. Eitt starvsfólk av vaskarínum kemur á deildina eftir búfólkinum og saman fara tey til arbeiðis. Búfólkini kenna seg sum part av einum felagsskapi og práta hvør við annan um tað, sum er farið fram á degnum og fegnast um at brúk er fyri teimum (Mynd: torshavn.fo)

2024-12-19 15:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á hvørjum ári hava starvsfólk á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu høvi at senda inn uppskot til Ársins átak. Uppskotini skulu lýsa átøk, sum gera mun fyri ein ella fleiri brúkarar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, og skal vera okkurt sum fer útum dagliga arbeiðið ella er ein nýhugsan av tilboðum og tænastum.

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari um treytirnar til heiðurin, sum er latin í dag:

Ársins átak 2024 er samstarvið millum Vaskaríið og Boðalon á Boðanesheiminum

Búfólk á demensdeildini á Boðanesheiminum hjálpa til á Vaskarínum skiftisvís í ein tíma tvær ferðir vikuliga.

- Endamálið er at veita búfólkunum eina kenslu av at hoyra til og vera partur av einum gerandisdegi, har tey eru upptikin av eini týðandi uppgávu og kenna, at tey gera mun (...) royndirnar higartil hava verið góðar.

[object Object]
Starvsfólkini vóru bæði bilsin og glað, tá dómsnevndin møtti upp og boðaði frá, at tey høvdu vunnið heiðurin sum Ársins átak 2024.

Um vinnandi uppskotið sigur dómsnevndin soleiðis:

Innan demensøkið á bústovnum í Tórshavnar kommunu verður arbeitt við grundarlagi í Blómuni hjá Tom Kitwood. Blóman er yrkisligt ástøði, ið verður nýtt at vísa á grundleggjandi tørvir, ið menniskju rakt av demens hava, tá kognitivir og sosialir førleikar minka.

Um eitt búfólk ikki trívist, kann hetta vera tekin um, at ein ella fleiri tørvir ikki eru nøktaðir. Blóman kann tí nýtast at varpa ljós á, hvar átøk eru neyðug, og síðani at skapa eitt umhvørvi, har tørvurin verður nøktaður.

Í samsvari við hetta er nýtt átak verksett á demensdeildini Boðalon á Boðanesheiminum, har búfólk hjálpa til á Vaskarínum. Endamálið er at veita búfólkunum eina kenslu av at hoyra til og vera partur av einum gerandisdegi, har tey eru upptikin av eini týðandi uppgávu og kenna, at tey gera mun.

Í samstarvi við starvsfólkini á Vaskarínum varð gjørt av at veita búfólkunum uppgávur skiftisvís í ein tíma tvær ferðir vikuliga, har starvsfólkini á staðnum eru um tey, meðan tey hjálpa til. 

Royndirnar higartil hava verið góðar. Eitt starvsfólk av vaskarínum kemur á deildina eftir búfólkinum og saman fara tey til arbeiðis. Búfólkini kenna seg sum part av einum felagsskapi og práta hvør við annan um tað, sum er farið fram á degnum og fegnast um at brúk er fyri teimum. Dagurin gerst teimum samanhangandi og náttúrliga møðin veitir bæði hvíld og frið.

Átakið gevur meining bæði fyri starvsfólk og fyri búfólkið. Somuleiðis er tað eitt dømi um nýhugsan og inklusjón á demensøkinum, sum hevur verið gevandi fyri øll, sum hava verið við. Gleðin við at kunna vera partur av nøkrum størri er sjónlig millum búfólkini, og tí er átakið á demensøkinum valt sum Ársins átak 2024.

Starvsfólkini vóru bæði bilsin og glað, tá dómsnevndin møtti upp og boðaði frá, at tey høvdu vunnið heiðurin sum Ársins átak 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder