Seinnapartin skuldi Polarstjørnan á beding. Eitthvørt skuldi gerast við línuskipið frá 1970, men brádliga hoyrdist eitt buldur.
Hetta var um 14-tíðina. Polarstjørnan skuldi takast uppa á støðina, men hon kopppaði.
Frimodt Rasmussen sigur í stuttari viðmerking við Portalin, at tað helst er talan um slagsíðu. Annars veit man ikki heilt, hvat er hent enn.
- Man er farin í gongd við at finna útav tí. Um tað er eitthvørt við vogninum ella um tað er longur niðri er ov tíðliga at siga, men okkurt gekk so galið.
Stjórin á Klaksvíkar Sleipistøð staðfestir, at eingin persónsskaði stóðst av hendingini.
Hvønn skaða Polarstjørnan hevur fingið er óvist.
Sí myndir sum Jens Kristian Vang tók fyri løtu síðan:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald