Innanlands

Hvør minuttur telur

Tá vit koma aftur standa kakur, bollar og rísalamande á borðinum og eingin sigur seg hava gjørt tað, sigur Gunnar Olsen, átaksleiðari. Hoyr ljóðsamrøðu

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-12-20 17:10 Author image
Redaktiónin
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Nýggjur bjargingarbátur er komin í Eysturkommunu, sum ger tað nógv lættari og skjótari at fara avstað um boð verða send frá t.d. MRCC ella um boð eru til bjarging á sjónum. Á tilbúgvingarstøðini hjá Eysturkommunu, sum liggur í Leirvík, er Gunnar Olsen.

Á tilbúgvingarstøðini hjá Eysturkommunu, sum liggur í Leirvík, er Gunnar Olsen átaksleiðari og í hesari samrøðuni greiðir hann m.a. frá nýggja bjargingarbátinum, sum tey hava fingið, men støðin í Leirvík er ikki bert til brandmenn ella bjargingarfólk, men tað ganga fólk inn til dagliga at práta og drekka kaffi og annað. Nýggjur bilur hjá Átaksleiðaranum er eisini komin í hús og sigur Gunnar, at ofta spyrja fólk, hví so stórur og flottur bilur skal til. Hetta er tí at tað skal ganga skjótt at koma á staðið tá á stendur. Hvør minuttur telur í álvarsligum støðum og tí er týdningarmikið at hava ein bil, sum hendan. Umstøðurnar á tilbúgvingarstøðini í Eysturkommunu eru av teimum allar bestu, sum tit eisini kunnu síggja á myndunum. 

Hetta er triði partur av podvarpsrøðini Verjan.

Partur 1: Dátueftirlitið: Vit hyggja eisini í skrellispannir fyri at vita um alt gongur rætt fyri seg

Partur 2: Høgni Hoydal: Trygdar- og verjumál eru sett ovast á skránna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder