Innanlands

Trygvi Kallsoy heiðraður fyri drúgva tænastu

Hann hevur nú sitið í samfull tjúgu ár - líka síðani samanleggingina. Áðrenn tað var Trygvi býráðslimur í átta ár í Hvalvíkar kommunu, og heldur hann fram í Sunda kommunu eftir nýggjár

Jógvan Kruse, borgarstjóri, saman við Trygva Kallsoy á seinasta býráðsfundinum fyri jól (Mynd: sunda.fo)

Jógvan Kruse, borgarstjóri, saman við Trygva Kallsoy á seinasta býráðsfundinum fyri jól (Mynd: sunda.fo)

2024-12-20 21:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á ársins síðsta býráðsfundi í Sunda kommunu varð Trygvi Kallsoy heiðraður fyri drúgva tænastu. 

Trygvi Kallsoy hevur verið býráðslimur í Sunda kommunu líka síðani samanleggingina 1. januar í 2005 - nevniliga 20 ár - staðfestir Sunda kommuna

Nú endar hendan setan, men Trygvi heldur fram í nýggja kommunustýrinum eftir nýggjár: 12. november var hann ein av teimum ellivu, sum vórðu vald í Sunda kommunu. 

Tað er tó ikki bert í sjálvari Sunda kommunu, at eiðismaðurin hevur sitið.

Heimasíðan sunda.fo skrivar, at áðrenn samanleggingina var Trygvi býráðslimur í Hvalvíkar kommunu frá 1992 - 1996, og so aftur frá 2000 og fram til samanleggingina. Hann hevur tí sitið sum býráðslimur í heili 28 ár í alt. 

Trygvi sigur seg hava varhugan av, at tað var verpápin sum stillaði seg upp á fyrsta sinni í 1992. Trygvi flennir og fortelur, at hann valdi ikki eingong seg sjálvan fyrstu ferð men var ótrúliga glaður fyri at koma inn og hevur verið sera glaður fyri tað politiska arbeiði líka síðan. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder