Í gjár bleiv nýggi hart tiltrongdi barnagarðurin hjá sandingum reistur. Tað skrivar Sands kommuna.
- At síggja merkið veittra yvir snotiliga bygninginum beint undan jólum, er ein gáva, sum vit í Sands bygdarráði eru so sera errin av, sigur kommunan.
Tað er Bulur sum stendur fyri arbeiðinum, tað var eisini Bulur sum bygdi nýggja skúlan fyri Sands kommunu.
Nýggi barnagarðurin á Sandi fer at hava pláss fyri umleið 100 vøggustovu- og barnagarðsbørnum.
Sáttmálin fyri barnagarðin er upp á 22 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald