Innanlands

Sissaðu partarnar áðrenn meira hendi

Nógv fólk var í býnum í nátt, og løgreglan var eisini sjónlig í býarlívinum. Í nøkrum førum var heitt millum fólk, men løgreglan fekk sissað partarnar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-12-22 09:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jólaborðhald og nógvir útisetar, sum eru heima, seta sín dám á býarlívið í hesum døgum. Ein rúgva av fólki var í býnum kring alt landið í nátt, men tey tykjast at hava skikkað sær pent.

Í øllum førum hevur løgreglan einki harðskapsmál frá í nátt.

Ikki tí, onkur bardagi var í umbúna, men løgreglan fekk sissað partarnar áðrenn nakað meira hendi.

- Tað er ikki altíð tað hevur so nógv uppá seg. Sum oftast er talan um full fólk, og tá er frægast at senda tey í hvør sína ætt, sigur vaktleiðarin á løgregluni í morgun.

Skeinkistøð í miðstaðarøkinum, Eysturoynni, Norðoyggjum og í Suðuroy vórðu kannað, men her var einki at koma eftir.

Løgreglan kannaði eisini bilførarar í nátt fyri rúsdrekka og rúsevniskoyring. Í Suðuroy var ein bilførari skuldsettur fyri rúsevniskoyring, men í restina av landinum var einki mál skrivað.

Og so er tað eitt fólk, sum hevur ligið nátt í brummuni á politistøðini í Havn. Viðkomandi hevði fingið ov nógv at drekka og kláraði seg sjávan. Løgreglan tók hann við á støðina at sova, og hann verður leyslatin tá hann vaknar. Eingin bót verður givini í hesum førinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder