Janus Thomsen heldur fram sum borgarstjóri í Hvalba.
Dimmalætting skrivar, at hetta gjørdist greitt á býráðsfundi í gjárkvøldið.
Hann stillaði annars upp á lista A, sum á kommunuvalinum kom í minniluta við trimum av sjey bygdaráðslimum.
Listi B fekk meirilutan við fýra bygdaráðslimum.
Fyrst valdi bygdaráðslimurin Ronni Hammer á lista B kallaði bygdaráðið saman í gjárkvøldið at skipa seg.
Tvey uppskot vóru um borgarstjóra. Ronni Hammer á lista B skeyt Otto West upp, og Jóhannes Liasson Rasmussen á lista A skeyt Janus Thomsen upp.
Tá avtornaði fór Poul Laust Christiansen á lista B í parti við lista A og tryggjaði Janusi Thomsen meirilutan og borgarstjórasessin.
Poul Laust Christiansen varð valdur til varaborgarstjóra.
Hesi vórðu vald í bygdaráðið í Hvalbiar kommunu:
Listi A 179 atkvøður
Janus Thomsen 48 atkvøður
Jóhannes Liasson Rasmussen 39 atkvøður
Rakul Mørk 23 atkvøður
Listi B 286 atkvøður
Ronni Hammer 45
Jónfinn Poulsen 44
Otto West 43
Poul Laust Christiansen 38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald