Innanlands

Hava skrivað undir sáttmála um EB-húsið

Gamla EB-húsið verður avhendað til kommununa, og afturfyri fær Eiðis Bóltfelag nýtslurætt til nýggja EB-húsið vestanfyri høllina

(Mynd: Eiðis kommuna)

(Mynd: Eiðis kommuna)

2024-12-23 07:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

7. desember skrivaði Eiðis kommuna undir sáttmála um bygging av nýggjum felagshúsi til EB, og leygardagin varð sáttmáli gjørdur millum Eiðis kommunu og Eiðis Bóltfelag um avhending av gamla EB-húsinum.

Les eisini: Nýtt EB-hús verður bygt aftur at ítróttahøllini

Gamla EB-húsið verður avhendað til kommununa, og afturfyri fær felagið nýtslurætt til nýggja EB-húsið vestanfyri høllina, skrivar Eiðis kommuna í tíðindaskrivi.

Nýggja húsið verður ein tiltrongd dagføring av kørmunum kring virksemið hjá felagnum. Í húsunum vera m.a. skrivstovur, venjingarhøli, felagshøli og umstøður til klædnavask.

Sáttmálin millum partarnar tryggjar greið viðurskifti millum kommununa og EB um nýtsluna av húsinum.

Húsið verður ikki einans til fyrimuns til felagið, men fer eisini at lyfta høllina á eitt nýtt støði. Bøtt verður munandi um atkomuna til høllina – serliga hjá rørslutarnaðum. Tørvurin á einum goymslurúmi út frá hallargólvinum verður harumframt nøktaður, eins og rúm verður fyri øðrum felagsvirksemi á ovastu hæddini.

Nýggja EB-húsið verður ætlandi klárt at taka í nýtslu síðst í 2025. Tað er staðbundna fyritøkan SpF Hammer Smíð, sum stendur fyri byggingini, skrivar Eiðis kommuna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder