Innanlands

Fleiri ferðsluóhapp - men eingin fólkaskaði

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan skrásett fýra smá ferðsluóhapp – trý í Eysturoynni, og eitt í Suðuroynni

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-23 08:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur verið rættiliga friðarligt. Tó hevur løgreglan skrásett fýra smá ferðsluóhapp.

Í gjárkvøldið vóru tvey óhapp í Eysturoynni. Eitt í Skálafirði og eitt í Runavík. Í báðum førum var talan um óhapp, har ein bilførari ikki helt víkiskylduna og rendi á annan bil.

Eingin fólkaskaði var, og bilarnir fingu lítlan skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Í Suðuroynni var eisini eitt ferðsluóhapp, har ein bilur fór útav vegnum, men har var eingin skaði.

Hált hevur verið í morgun, og klokkan hálvgum seks hevði hálkan við sær, at ein bilur fór á glið á Glyvrum. Heldur ikki í hesum førinum var nakar skaði.

Í dag er tollaksmessudagur, og væntar løgreglan nógva ferðslu. Í hesum sambandi heitir løgreglan á bilførarar um at vera varnir í ferðsluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder