Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump ætlar at broyta navnið á Denali, sum er hægsta fjall í Norðuramerika.
Fjallið skal í staðin fáa gamla navnið aftur - Mount McKinley, boðaði Trump frá á ráðstevnuni AmericaFest sunnudagin.
Fjallið, sum er 6,1 kilometur høgt, liggur í Alaska, og upprunafólkið í økinum gav tí navninum Denali, sum merkir "tann høgi". Fjallið hevur síðani havt onnur nøvn, men í 1896 fekk tað navnið McKinley eftir William McKinley, sum tá stillaði upp til amerikanska forsetavalið fyri republikanararnar. Árið eftir varð hann valdur til forseta. McKinley var forseti, til hann varð skotin í 1901.
Í statinum Alaska hevur fjallið alment havt navnið Denali síðan 1975, og í 2015 broytti amerikanska innlendismálaráðið formliga navnið til Denali. Grundgevingin fyri hetta var m.a., at McKinley ongantíð hevði verið á fjallinum, og at hann heldur einki søguligt tilknýti hevði til fjallið ella Alaska.
Trump ætlar tó, at fjallið aftur skal eita Mount McKinley, tí tað hevur McKinley uppiborið, sigur hann.
– Tey hava tikið navn hansara burtur frá Mount McKinley. Hann var ein frálíkur forseti, sigur Trump.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald