Amerikanski forsetin, Joe Biden hevur broytt revsingina hjá 37 av 40 deyðadømdum fangum í amerikonskum fongslum.
Deyðarevsingin hjá teimum 37 fangunum verður broytt til lívlangt fongsul uttan møguleika fyri royndarleyslating.
Umsitingin hjá Biden hevur fyribils steðgað avrættingum av fangum í samveldisfongslum í málum, sum ikki snúgva seg um yvirgang, og hópdráp.
Millum teirra, sum hava fingið broytt sína revsing eru níggju persónar, sum er dømdir fyri at drepa aðrar fangar, fýra, sum eru dømdir fyri dráp í sambandi við bankarán, og ein, sum hevur dripið ein fangavørð.
Tey trý, sum ikki hava fingið broytt sína revsing er ein, sum stóð aftanfyri álopið á Boston Marathon í 2013, ein, sum í 2015 skeyt og drap níggju litt fólk í einari kirkju í Charleston, og ein, sum drap 11 jødar í einari synagogu í Pissburgh í 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald