Christian krúnpinsur er aftur í Danmark eftir at hann, síðan september, hevur verið á ferð í Afrika.
Kongshúsið hevur lagt mynd á sosialar miðlar við kongafamiljuni.
Av Marselisborg slotti, har kongaliga famljan nú er savnað, verða ynskt eini friðarlig og gleðilig jól, verður sagt í uppslagnum.
Síðan november hevur tað verið alment, at kongshjúnini og børn teirra skuldu halda jól saman á slottinum í Aarhus við Margretu drotning.
Krúnprinsurin fer í februar at gera herskyldu í lívverjuni í Slagelse.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald