Innanlands

Heimafriður minnir á jólafriðin

Heitt verður á tey, ið hava ábyrgdina fyri skipunum, sum liggja við bryggju at sløkkja bæði ljóð og ljós, so nógv sum til ber

(Savnsmynd: Jan Müller)

(Savnsmynd: Jan Müller)

2024-12-24 13:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í ár heitir Heimafriður á reiðarí og kommunur um at skipa so fyri, at jólafriður verður á jólum. Heitt verður á tey, ið hava ábyrgdina fyri skipunum, sum liggja við bryggju at sløkkja bæði ljóð og ljós, so nógv sum til ber.

Heimafriður heitir á reiðarí og kommunur um at tryggja borgarum, sum búgva nær havnunum, jólafrið.

- Tað er ov nógvur gangur frá skipum í ávísum havnum um jóla- og nýárshøgtíðina. Bæði óljóð og óneyðuga nógv ljós er til ampa fyri tey, sum búgva nær havnunum. Felagið Heimafriður heitir tí staðiliga á reiðarí og kommunur um at finna loysnir, ið tryggja fólki jólafrið um høgtíðina, sigur felagið í áheitan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder